Støjberg: Eg eri sera, sera ovfarin av dóminum

Inger Støjberg fær 60 daga fongsul og vil enn ikki svara uppá, um hon hevur eina politiska framtíð

 

Fyrrverandi útlendingaráðfrú, Inger Støjberg, er »meget, meget overrasket« um, at hon hevur fingið 60 daga treytaleysan fongsul.

Tað hevur Ríkisrætturin gjørt av, tá 25 av 26 dómarum vóru samdir í, at Inger Støjberg er sek.

– Eg eri sera, sera ovfarin. Tað má eg siga, at eg haldi, at tað eru donsk virði, sum hava tapt í dag, tað eri ikki bara eg, men tey donsku virðini.

– Eg vóni, at øll vildu havt gjørt sum eg, og eg fari at taka mína revsing uttan at boyggja nakkan, sigur Inger Støjberg eftir dómin.

Inger Støjberg fær 60 daga fongsul og er dømd sek.

Ein ráðfrú er eisini umsitingarstjóri. Tí er tað í síðsta enda ábyrgdin hjá viðkomandi, hvat fer fram í ráðnum.

Málið er frá februar 2016 snýr seg um, at asylpar er skild sundur ólógliga, har annar var undir lógaraldur.

Inger Støjberg hevur sjálv viðgingið, at hon trýsti á fyri, at eitt tíðindaskriv í málinum varð sent út.

Tá einki annað varð sent út skriftliga, varð tað tikið sum eini boð frá ráðnum, sum setti sundurskiljingina í verk út frá tíðindaskrivinum og telonssamrøðu.

Og um spurningin um hon heldur seg sjálva hava eina politiska framtíð, svarar hon ikki beinleiðis.

– Tað eru 25 minuttir síðani dómurin fall, so eg má sleppa at hugsa meg um, sigur hon.

/ritzau/