Støðugt fleiri venda Løkke bakið

Misnøgdin við formannin í danska Vinstraflokkinum veksur støðugt upp undir floksleiðslufundin.

Tað er serliga í Miðjyllandi, at vinstrafólk venda sær frá Lars Løkke Rasmussen. Tað byrjaði í gjárkvøldið, tá Jens Rohde, ES-tinglimur hjá Vinstra, í einari blaðsamrøðu boðaði frá, at hann hevur mist álitið á formanninum, og at hann mælir til at velja annan formann.

 

Í sama blaði kom fram, at formenninir í øllum teimum átta vinstrafeløgunum í Viborg kommunu vilja hava Løkke frá.

 

Í dag er tað so vorðið greitt, at í Randers og Silkeborg vilja vinstrafólkini eisini hava nýggjan floksformann. Hinvegin hava vintrafeløgini í Aarhus, Odense og Herning boðað frá, at tey styðja floksformannin.

 

-Áheitanin er alment send formanninum í dag, sigur borgarstjórin í Silkeborg, Steen Vindum, við TV/Midt-Vest. Hann sigur, at tey viðurkenna tað politiska handverkið hjá formanninum, men at hansara persónligu viðurskifti leggja ein skugga oman á politikkin hjá Vinstra og framtíð floksins. 

 

Politiski viðmerkjarin Hans Engell sigur við danska kringvarpið, at Lars Løkke Rasmussen kann neyvan halda fram sum floksformaður aftan á leiðslufundin í flokkinum týsdagin.