Støðugt fallandi feskfiskaveiða

Verða hesir tríggir ársfjóðringarnir í ár samanbornir við sama tíðarskeið undanfarin ár sæst, at feskfiskaveiðan er stak vánalig

Ein fimting í nøgd og lítlan triðing í virði eru avreiðingarnar av botnfiski minkaðar tríggjar teir fyrstu ársfjóðringarnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør.

 

Hagstovan skrivar í morgun, at tað serliga er nøgdin av upsa, sum er minkað munandi í mun til í fjør – áleið ein fjóðring - og dregur tað samlaðu nøgdina av botnfiski niður.

 

– Avreiðingarnar av øðrum botnfiski, eitt nú brosmu og longu, eru eisini minkaðar nógv, samanborið við í fjør – samantalt ein triðing. Nøgdin av toski er kvinkað nakað uppeftir í ár, og orsøkin er tann, at toskurin av Flemish Cap, sum línuskipini veiddu í summar, er farin um avreiðingarskipanina. Kvotan av toski hjá føroyingum á Flemish Cap í 2013 er 3.200 tons, skrivar Hagstovan.

 

Eisini nøgdin av hýsu er vaksin, men hevur hýsunøgdin seinastu árini verið serliga lág.

 

Fyrstu tríggir ársfjóðringarnir í ár vísa, at feskfiskaveiðan í ár ikki fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í feskfiskaveiðuni seinastu árini, heldur fram.

Verða hesir tríggir ársfjóðringarnir í ár samanbornir við sama tíðarskeið undanfarin ár sæst, at feskfiskaveiðan er stak vánalig.

 

– Í talvuni og strikumyndini er botnfiskanøgdin fyri tríggjar ársfjóðringar í ár samanborin við sama tíðarskeið undanfarin ár, og staðfestast kann, at seinastu 20 árini er í hesum tíðarskeiði ongantíð landað so lítið av botnfiski sum í ár. Fyri at finna líknandi tøl, sum í ár skulu vit aftur í fyrru helvt at 90-unum, tá nøgdirnar eisini vóru sera lágar, skrivar Hagstovan.