Støðugar skattainntøkur

Skattainntøkurnar hjá bæði landi og kommunum hava verið støðugar stóran part av árinum. Tað skrivar Taks á heimasíðu sínari.

Landið hevur fyrstu átta mánaðirnar í ár fingið nærum somu skattainntøku sum sama tíðarskeið í fjør. Tað vísir ein skattauppgerð hjá TAKS. Landið hevur higartil í ár fingið 814 milliónir krónur inn í skatti, og tað er 0,1% minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Føroysku kommunurnar hava higartil fingið minni inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í 2013 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 933 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 11 milliónir krónur ella 1,2 % minni enn sama tíðarskeið í fjør.

Millum størru kommunurnar hava Klaksvíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna, Vága kommuna framgongd, meðan eitt nú Runavíkar kommuna og Tórshavnar kommuna hava fingið minni inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í ár. Tórshavnar kommuna er millum kommunurnar, sum í ár hava lægri skattaprosent samanborið við í fjør.
Fyrstu átta mánaðirnar í 2013 eru slakar 152 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 26 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 17 milliónir krónur meira. Eftirlønir, ið verða fluttar uttanlands, vórðu ikki skattaðar fyrra hálvár í fjør, og tí er neyðugt at taka fyrivarni við samanberingargrundarlagnum, tá ið tað snýr seg um eftirlønirnar, skrivar Taks á heimasíðu stovnsins.