Støddin er avgerandi

Einans fýra av teimum 13 borgarstjórunum, ið stillaðu upp, varð valdur.

Einans at vera borgarstjóri er ikki nokk, um tú ætlar tær inn á løgting. Til løgtingsvalið í gjár bjóðaðu 13 borgarstjórar seg fram, men tá allar atkvøðurnar vóru taldar, sluppu einans fýra teirra um gáttina.

 

Og líkt er til, at tað í stóran mun er støddin á kommununi, ið er avgerandi. Borgarstjórarnir í trimum teimum størstu kommununum í landinum, meðan Tvøroyri er fimt størsta kommunan í landinum.

 

Teir valdu borgarstjórarnir eru sostatt Heðin Mortensen úr Tórshavnar kommunu, Jógvan Skorheim úr Klaksvíkar kommunu, Magnus Rasmussen úr Runavíkar kommunu og Kristin Michelsen úr Tvøroyrar kommunu.

 

Tjóðveldi stillaði flestar borgarstjórar upp til valið, fýra í tali, men eingin teirra varð valdur inn á ting.

 

Teir, sum ikki sluppu inn um tinggátt eru:

Sonni á Horni, Fuglafjørðar kommuna, endaði nummar 18 á Tjóðveldislistanum.

Johan Christiansen, Eysturkommuna, endaði nummar 14 á Tjóðveldislistanum.

Jógvan í Skorini, Eiðis kommuna, endaði nummar 15 á Tjóðveldislistanum.

Pauli T. Petersen, Vestmanna kommuna, endaði nummar 10 á Tjóðveldislistanum.

Rósa Samuelsen, Vága kommuna, endaði nummar 12 á Sambandslistanum.

Gerhard Lognberg, Skopunar kommuna, endaði nummar 8 á Sambandslistanum.

Brandur Sandoy, Sands kommuna, endaði nummar 9 á Fólkaflokslistanum.

Trúgvi Gudmundsson, Hvalbiar kommuna, endaði nummar 24 á Fólkaflokslistanum.

Artur Johansen, Sjóvar kommuna, endaði nummar 17 á Javnaðarlistanum.