Tað var ein hættislig støða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tá tey fýra fólkini, sum vórðu stungin fleiri ferðir sunnumorgunin, komu á sjúkrahúsið.
Skurðlæknin í Klaksvíkar Sjúkrahúsi segði við Miðlahúsið í dag, at støðan var sera álvarsom.
Serliga tann eini persónurin var í stórum vanda. Knívurin hevði skorið djúpt inn í búkin, men tíbetur vóru sárini av slíkum slagi, at tey kundu seymast.
Onkur av hinum vóru stungin fleiri ferðir, men ikki so djúpt, at gøgn teirra vóru rakt.
- Fólkini komu inn á Klaksvíkar Sjúkrahús klokkan 09 um morgunin, og ikki fyrr enn klokkan 16 vóru tey liðug á skaðastovuni í Klaksvík.
Skurðlæknin sigur, at ein sjúklingur kemur at liggja eina tíð, men hini verða útskrivað seinni í vikuni.
Ungi maðurin, sum stakk, er ákærdur fyri drápsroynd móti ungu kvinnuni og unga manninum og fyri harðskap av serliga grovum slag móti abbanum og ommuni at tí unga manninum.