Støðan í fyrisitingini av sjófeingi á tingi í dag

Í dag fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi.

 

Sambært lógini um fyrisiting av sjófeingi frá í fjør skal landsstýrismaðurin fyri 1. oktober á hvørjum ári leggja fram frágreiðing fyri Løgtingið um støðuna í fyrisitinginiav sjófeingi og teimumveiðirættindum, Føroyar hava uttan fyri føroyskan sjógv, og hvørjar ætlanir hann hevur í hyggju at fremja.

 

Frágreiðingin viðger gongdina og støðuna í fiskivinnuni og væntanir til framtíðarútlit. Talan er um mál nr. 3/2018:

 

Eftir aðalorðaskiftið verður skárin fyri tingfundin hendan:

 

2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 32/2018: Uppskot til løgtingslóg um at byggja barnaheim í Tórshavn
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

 

3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 34/2018: Uppskot til løgtingslóg um at einskilja P/F Postverk Føroya
Málið verður beint í Vinnunevndina

 

4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 41/2018: Uppskot til løgtingslóg um tónleikaútflutningsstovu
Málið verður beint í Vinnunevndina

 

5. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 42/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu (Tillagan av tøkugjaldi)
Málið verður beint í Vinnunevndina

 

6. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 37/2018: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin) (Elprísir til hitapumpur og elbilar)
Málið verður beint í Rættarnevndina

 

7. Framløga