Støðan hjá »Ó« óbroytt

Felagið er framvegis undir tvingsilsavtøku

Hóast felagið »Ó«, sum løgtingsmaðurin Hanus Samró eigur, og sum hevur til endamáls at fáast við virksemi innan undirhald, tænastur til lesandi, forritan, keyp og sølu og annað virksemi í hesum sambandi, er undir trotabúsviðgerð í Skiftirættinum, so boðar løgtingsmaðurin frá, at lesandi kunnu fáa lestrarkort frá felagnum, sum geva lesandi ymsan avsláttur.

 

– Støðan hjá felagnum er óbroytt. Tað er framvegis skiftirætturin, sum hevur ábyrgdina av felagnum, so um eigararnir hava okkurt virksemi, so er tað í øllum førum ikki í smápartafelagnum Ó, sigur Kristin Balle á Skráseting Føroya.

 

Tað var tann 29. august, at felagið varð sent í skiftirættin til tvingsilsavtøku, tá eingin roknskapur varð latin inn.

 

Hanus Samró segði við in.fo 30. august, at tað var onkur innanhýsis misskiljing, sum gjørdi, at roknakapurin ikki varð latin inn. Hann segði eisini, at teir fóru at lata roknskapin inn, og at virksemi fór at halda fram sum higartil.

 

Men tað ber kortini ikki til, sambært Kristin Balle. Feløg, sum eru send í skiftirættin kunnu takast uppaftur. Tað skal gerast innan tríggjar mánaðir. Men tað krevur, at roknskapurin verður latin inn, og at at gjald upp á 5.000 krónur verður goldið, segði hon.

 

Staðfestast kann, at smápartafelagið »Ó« framvegis er undir tvingsilsavtøku, og at Hanus Samró, løgtingsmaður, tí onga ávirkan hevur á felagið í løtuni.

 

Lesið eisini:

 

Løgtingsmaður sendur í skiftirættin

 

Hanus Samró: »Ó« gloymdi at lata roknskapin inn