Støðan er verri í Suðuroynni enn hon er aðrastaðni

– Men tað eru serliga tey tilkomnu fólkini, sum eru arbeiðsleys

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, hevur arbeiðsloysið í Føroyum aldrin verið lægti enn tað sama. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at tað er bara 0,5 prosent. Men tað er eitt sindur á muni á, hvør tað er, sum eru arbeiðsleys – og hvar í landinum tey eru arbeiðsleys.

 

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir at arbeiðsloysið er lægst ímillum tey heilt ungu í aldrinum frá 16-24 ár, og hjá teimum 45-54 ára gomlu, tí í hesum aldursbólkum er arbeiðsloysið 0,3 prosent. Hjá teimum 35 – 44 ára gomlu og hjá teimum 55 - 66 ára gomlu, er arbeiðsloysið 0,7 prosent. Sí talvuna niðan fyri

 

##med2##

 

Uppgerðin vísir eisini, at í septembur vóru 29 fólk, ella 17 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey høvdu verið arbeiðsleys meira enn eitt ár. Sama mánað í fjøtr vóru 50 fólk, ella 16 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys.

 

Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað er ymiskt, hvussu tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi. Í langa tíð hevur arbeiðsloysið verið hægst í Suðuroy og tað framvegis støðan.

 

Í Suðuroy er arbeiðsloysið 1,1 prosent og tað er meiri enn tvær ferðir so stórt, sum í landinum sum heild. Men tað merkir eisini í í nógvum øðrum pørtum í landinum, er arbeiðsloysið at kallað ikki til. Sí talvuna niðan fyri.

 

##med3##