- Støðan er sjálvandi viknað

Árni Gregersen, politiskur eygleiðari, metir, at samgongan er viknað aftaná at Sonja J. Jógvansdóttir rýmdi úr Javnaðarflokkinum.

Í samrøðu við Rás2 fyrr í dag, segði Árni Gregersen, journalistur á ting.fo og politiskur eygleiðari, at støðan hjá Aksel V. Johannesen er vikna munandi, nú eitt av tingfólkunum hjá Javnaðarflokkinum hevur tikið seg úr flokkinum:


- Støðan er sjálvandi viknað. Aksel er formaður í Javnaðarflokkinum og tað er haðani, at Sonja Jógvansdóttir fer úr. So longu har er støðan viknað, bæði innanhýsis í samgonguni, men eisini uttantil. Nú skal hann sum løgmaður og samgonguleiðari hanga sín hatt upp á ein knaka hjá einum tinglimi, ið er farin úr hansara egna flokki.


Árni Gregersen metir tó ikki, at støðan millum samgonguflokkarnar fer at broytast nakað serliga, hóast Javnaðarflokkurin minkaði við einum tinglimi.


Til ber at hoyra alla samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndina.