Støðan er ikki so vánalig sum nøkur halda

Í fyrstu syftu kunnu tølini lumpa eitt sindur, sigur limur í koppsetingarbólkurin

Hesa seinastu tíðina sær út sum at stígur er komin í arbeiðið at koppseta fólk fyri koronu. Tað er vanliga fatanin ímillum fólk, men Tummas í Garði, sum er limur í koppsetingarbólkinum, heldur ikki, at støðan er so vánalig, sum tølini vísa – í fyrstu syftu.

 

Hann vísir á, at ein orsøk til, at vit eru aftan fyri Danmark, er, at á summum økjum vóru vit seinni á veg enn danir. Tvey dømi eru um, at tá ið myndugleikarnir í Danmark tóku avgerð um at koppseta tey 12-15 ára gomlu eisini, umframt kvinnur, sum eru við barn ella geva bróst. Hann sigur, at í hesum føri varð hetta ikki sett í verk í Føroyum fyrrenn nakað seinni, so bara har eru vit einar tvær vikur aftan fyri Danmark.

 

Í Danmark hava 76 prosent av fólkinum fingið ta fyrru sproytuna og 74,3 prosent hava eisini fingið ta seinnu sproytuna, og eru sostatt liðugt koppsett. Í Føroyum hava 70, 5 prosent av fólkinum fingið ta fyrru sproytina og 66,9 prosent hava eisini fingið ta seinnu sproytuna.

 

Men tað eru bara tey, sum eru yvir 12 ár, sum skulu koppsetast og tað merkir, at í Føroyum hava 84,3 prosent av teimum, sum skulu koppsetast, fingið ta fyrru sproytuna og 80 prosent hava fingið báðar sproyturnar.

 

– Eftir fólktalinum, eru tað heldur fleiri í aldursbólkinum frá 0-12 ár í Føroyum enn í Danmark, so verður alt tikið undir einum, dregur tað føroysku tølini niður, sigur Tummas í Garði.

 

Hann sigur, at sostatt er støðan ikki heilt av leið í Føroyum. Taka vit aldursbólkarnar yvir 55 ár, eru tað yvir 90 prosent, sum eru liðugt koppsett.  

 

Men so minka tølini aftur og serliga eru tað tey frá 25 til 44 ár, sum halta eitt sindur aftan á tí í hesum aldursbólkinum eru ímillum 72 og 75 prosent, liðugt koppsett. Hinvegin eru ábendingar um, at tað eru alsamt fleiri av teimum heilt ungu, sum sum verða koppsett.

 

Tað er framvegis í Norðoyggjum, har undirtøkan er lakast, tí har ery ávikavist 72 og 73 prosent av fólkinum koppsett og tað er nakað minni enn aðrastaðni í landinum.

 

Vit hava meiri um eina løtu