Støðan er hættislig

Tveir persónar sótu í persónbilinum, ein í farmabilinum.

Allir tríggir persónarnir, sum vóru í bilunum, sum vóru í ferðsluóhappinum við Streymin fyrr í dag, eru fluttir á Landssjúkrahúsið.

 

Sambært løgreglustøðini í Havn slapp bilførarin av farmabilinum betri frá vanlukkuni enn teir báðir í persónbilinum, og støðan hjá teimum báðum er enn hættislig.

 

Tað var um tvey-tíðina í dag, at ein persónbilur koyrdi út fyri ein farmabil við avkoyringina til Norðskála, beint norðan fyri brúnna við Streymin.

 

Les eisini Trý fólk flutt á sjúkrahúsið

 

Av løgreglustøðini verður sagt, at øll akførini eru flutt á Akstovuna til kanningar, og at vegurin nú er ruddaður. Brúgvin er opin aftur, so ferðslan flýtur frítt. Tá bíðirøðin var sum longst, strakk hon allan vegin suður til Hvalvíkar, siga fólk, in.fo hevur tosað við.

 

Les eisini Álvarsamt ferðsluóhapp við Streymin