Støðan er álvarslig og nú má alt leggjast stilt

Hesa næstu vikuna eigur alt at verða avlýst, sum samlar fólk, bæði alment og privat

Løgmaður, høgrumegin, og Michael Boolsen, formaður í farstóttarnevndini

Komandi sjey dagarnar verður neyðugt at vísa serligt varsemi, nú koronasmittan aftur ger um seg í Føroyum. Tað sigur løgmaður, nú korona aftur gongur í Føroyum og tamarhald ikki er á støðuni.

 

Tað er bretska koronufrábrigdið sum smittar illa, sum eisini er í umferð í Føroyum, og í løtuni ber ikki til at siga, at tamarhald er á støðuni, sigur hann.

 

Tí mæla myndugleikarnir nú til, at øll tiltøk, har nógv fólk koma saman, bæði alment og privat, antin  verða útsett ella avlýst. Eisini eigur náttarlívið at taka ein steðg hetta vikuskiftið, sigur løgmaður.

 

Í løtuni er tað fyrst og fremst tey ungu, sum vanliga koma nógv saman, ið skunda undir smittubreiðsluna í Føroyum. Somu mynd síggja vit eisini uttanlands.

 

– Í vikuni lótu vit upp fyri at tey ungu kunnu lata seg koppseta. Nú snýr tað seg um at halda fast í nakrar fáar vikur. Klára vit at niðurberja hesa smittuna, so kunnu vit væntandi virka frítt og frælst í summar, sigur løgmaður.

 

Tað er eisini neyðugt, at fólk venda aftur til tey amboðini, sum hava tænt okkum væl seinasta árið: at hava gott reinføri og halda neyðugu frástøðu. Tilmælini eru galdandi komandi sjey dagarnar, sigur hann.

 

Løgmaður, høgrumegin, og Michael Boolsen, formaður í farstóttarnevndini