##med2##
Tað kemur alsamt oftari fyri, at fyritøkur missa arbeiðið, tí at tey ikki fáa starvsfólk. Tað sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Hon sigur, at trotið á arbeiðsmegi er stórt, og tað versnar dag frá degi, og tað eru alsamt fleiri vinnur, sum verða raktar. Serliga hevur ferðavinnan, gramt seg um, at tey fáa ikki virka, tí tey fáa ikki starvsfólk.
Tískil hevur Arbeiðsgevarafelagið endurtikið í tað óendaliga, at tað má verða lættari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya – ikki bara úr ES-londum, men úr fleiri londum – og kanska úr øllum heiminum.
Trýst á pílin undir pílin undir myndini og hoyr Maritu Rasmussen greiða frá sjónarmiðjunum hjá Arbeiðsgevarunum.