Bygdarfólk verða ofta tvingað til at flyta á tey størru plássini at seta búgv. Tað staðfestir Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Hann vísir á, at peningastovnarnir eru trekir at fíggja sethús í teimum bygdum, sum liggja heldur longur burtur frá høvuðstanum. Henrik Old sigur, at talan er ikki bara talan um útoyggjarnar. - Tær eru við at geva upp ond. Men talan er eisini um lutfalsliga størri bygdir, har bankarnir eru trekir at fíggja bústaðarbygging.
Tí hevur hann spurt Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hann hevur nakrar ætlanir um at bøta um fíggingarmøguleikarnar hjá teimum, sum vilja sleppa at byggja á bygdunum, sum liggja nakað burtur frá Havnini. - Verða eingi politisk stig tikin til at venda gongdini, verður einki sethús bygt aftur í rímiliga stórum bygdum, sum liggja longst burt frá miðstaðarøkinum, sigur hann.
Men tey skulu ikki vænta sær hjálp frá tí almenna. Jørgen Niclasen sigur, at spurningurin um, hvørji sethús bankin vil fíggja, er ein spurningur um trygd. Og á smærri plássunum er lítil eftirspurningur eftir húsum og tískil er prísurin lágur. Av tí sama er trygdin hjá peningastovnunum vánalig. Landsstýrismaðurin heldur, at besta amboðið er at royna at fáa eftirspurningin eftir bústøðum á bygd, upp, tí so hækkar prísurin. Og tá prísurin hækkar, batnar trygdin hjá bankunum, og sostatt eisini hugurin hjá teimum at fíggja. - At økja um eftirspurningin er lykilin til at fáa virðið á sethúsum upp, leggur hann afturat. - Tað er ikki ein gongd leið við almennum stuðuli ella at lóggeva seg burtur úr trupulleikanum, leggur hann afturat. Samstundis minkar fólkatalið í nógvum bygdum og tað minkar enn meiri um eftirspurningin eftir húsum.
Jørgen Niclasen vísir á, at onkur hevur nevnt møguleikan fyri at hava ein serligan rentustuðul til sethús á bygd. Men tað dámar honum lítið. - Vit hava ikki havt góðar royndir at royna at ávirka prísin á sethúsum. Hann sigur, at upprunaliga endamálið við rentustuðlinum, var at hjálpa fólki at seta fót undir egið borð. Men avleiðingin er, at hann hevur gjørt sítt til at hækka prísin á húsum og sostatt er hann ístaðin endaður sum stuðul til peningastovnarnar.
- Tí er almennur stuðul ikki tað rætta. Hinvegin vita vit eisini, at kommunurnar hava lagt stóra orku í at hava grundstykki á bygd so bílig sum gjørligt og tað er ein máti.
Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin ásannar, at vinnulívið hevur eisini verri sømdir á bygd. Og hann fregnast eftir um tað ber til at banna bankunum við lóg at hava hægri rentu á lánum til vinnulív í útjaðaranum enn á lánum til vinnulív í miðstaðarøkinum.
Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, vísir harafturat á, at nógva staðni er tað eisini nógv dýrari at fáa tilfar til hús, tí tað skal førast við skipi. - Skulu vit framhaldandi byggja á útoyggj, má ein loysn finnast á tí trupulleikanum.
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at føroyska fólki hevur havt minst líka stórt tap av bankunum, sum bankarnir hava havt í tapi av at fíggja sethús á bygd. - At bankin ikki vil fíggja sethús á bygd, er at gera grovan mismun á fólki, tí bygdarfólk eru líka før fyri at rinda húsini aftur, sum tey í Havn.
|