Danska stjórnin mælir til at seta í gildi skipan við koronupassi á ávísum støðum sum uttandura veitingarstøðum og náttklubnum, ella har, ið nógv fólk eru savnað.
Tað segði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú á tíðindafundi í kvøld.
Tað verður gjørt eftir tilmæli frá Farsóttarnevndini, sum mælir til at flyta upp covid-19 til eina samfelagskritiska sjúku, sum er hægsta støðið.
– Tað fer stjórnin at mæli Fólkatingsins farsóttarnevnd til í morgin, sigur forsætisráðfrúan.
Skipanin við koronupassi krevur, at sjúkan verður upphevjað til hægsta støði, og at tað ikki er meiriluti ímóti koronupasi í farsóttarnevndini hjá Fólkatinginum, sum hittist í morgin.
Í síðstu viku varð mælt til at seta í gildi koronupassið aftur, tað gjørdu bæði Søren Brostrøm, stjóri í Heilsustýrinum, og Henrik Ullum, stjóri í Statens Serum institut.
Tann skipanin varð sett úr gildi miðskeiðis í september, men er nú á veg aftur.
Nøkur virki hava sett skipanina í gildi sjálvbodnar.
Mælt verður til at brúka passið á støðum, har yvir 200 fólk eru innandura ella 2000 fólk uttandura.
– Eg haldi, at tað er lætt at liva við koronupassinum. Tað gevur ein tryggleika fyri hin einstaka, um tú fert í biograf ella til konsert, um tú veitst, at hini eru koppsett ella staðfest negativ.
– Fyri okkum øll, sum eru koppsett, er tað lætt, tað er einki fjas, sigur Mette Frederiksen.
Sum nakað nýtt fer tað at fevna um fólk, sum eru 15 ár og eldri, fyrr var tá frá 16 ára aldri.
Mælt verður eisini til sum annað nýtt krav um koronupass fyri at ansa útsettum borgarum, líka mikið, hvussu nógv eru saman. Tað kann vera fyri vitjandi á bústøðum, røktarheimum, sjúkrahúsum, fongslum ella arresthúsum.
Enn er óvist, nær skipanin kemur í gildi.
Heilsustýrið mælir til koppseting.
– Tú livur eitt vandamikið lív hendan veturin, um tú ikki er koppsettur vaksin, sigur Søren Brostrøm á tíðindafundinum.
Tað er lagt upp til broytingar fyri áður smittað fólk, so koronupassið framyvir bara verður galdandi seks mánaðir eftir positiva roynd. Fyrr hevur tað verið í 12 mánaðir.
/ritzau/