Samgonguskjalið: Ein nýggj stjórnarskipan skal staðfesta, at Føroya fólk hevur valdið í Føroyum.
Lógin skal staðfesta og útgreina sjálvsavgerðarrætt Føroya fólks, herundir at allur rættur at avgera framtíðar ríkisrættarstøðu Føroya er hjá Føroya fólki.
Eisini skal stjórnarskipanin áseta Føroya fólkaræðisliga stýrislag eins og rættindi og skyldur borgaranna, tá ið tað snýr seg um javnrættindi, persónligt frælsi, rætt til menning, sosiala trygd, rættartrygd, arbeiði og vinnu og rætt til innløgu og gagnnýtslu av felags tilfeingi. Lógin kemur til fólkaatkvøðu í seinasta lagi í 2017.
Hesi mál verða tikin á føroyskar hendur í hesum valskeiðnum:
· Útlendingamál
· Loftrúmið
· Persóns-, familju og arvarættur