Stjórnarflokkarnir í Ungarn vilja banna pride-tiltøkum

Forboðið fer at gera tað ólógligt at skipa fyri ella luttaka í tiltøkum, sum stríða ímóti einari lóg um "verju av børnum", sum varð samtykt í 2021

Í Ungarn hava stjórnarflokkarnir lagt fram eitt uppskot um at banna pride-tiltøkum, og myndugleikarnir siga seg eisini vilja brúka tøkni til at eyðmerkja fólk, sum bróta forboðið.

 

Tað veit The Guardian at siga í dag.

 

Lógaruppskotið varð lagt fram í dag, og tað kann sambært miðlinum verða samtykt í tjóðartinginum í Ungarn longu í morgin.

 

Stjórnarflokkarnir í Ungarn hava ein meiriluta í tjóðartinginum, sum svarar til tveir triðingar av tjóðartingslimunum.

 

Forboðið fer at gera tað ólógligt at skipa fyri ella luttaka í tiltøkum, sum stríða ímóti einari lóg um "verju av børnum", sum varð samtykt í 2021.

 

The Guardian veit at siga, at lógin bannar framførslum av samkyndleika í tilfari, sum er atkomiligt hjá børnum og ómyndugum.