Stjórn um miðjuna sjáldsom í donskum politikki

Bara tríggjar ferðir síðani kríggið hava danska stjórnir havt meiriluta í Fólkatinginum

 

Radikali forsætisráðharrin Hilmar Baunsgaard stóð á odda fyri eini meirilutastjórn, sum helt í trý ár. Her sæst hann undir nýggjárs røðuni í 1970. - Foto: Willy Lund/Ritzau Scanpix

Javnaðarflokkurin, Vinstri og Moderatarnir eru til reiðar at fara í stjórn saman í Danmark. Hesum boðaði sitandi forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen frá í gjárkvøldið.

Komandi stjórnin er sjáldsom í donskum politikki, vit tað at hon er ein av fáum stjórnum, sum hava meiriluta í Fólkatinginum.

Teir tríggir flokkarnir í stjórnini hava gott nokk bara 89 tingfólk aftan fyri seg og ikki 90, sum skal til fyri at hava meirilut. Men í praksis er meirilutin tryggjaðu.

Her eitt søguligt yvirlit yvir danskar meirilutastjórnir:

– Í Danmark er negativ parlamentarisma. Tað merkir, at ein stjórn kann skipast og sita, so leingi hon ikki hevur ein meiriluta ímóti sær. Flestu stjórnir undir núverandi grundlóg hava verið minnilutastjórnir, men tað eru undantøk.

– Seinasta dømið um meirilutastjórn – tó bert við akkurát 90 sessum – var tann hjá Poul Nyrup Rasmussen við Javnaðarflokkinum, Radikalu, Centrum-Demokratunum og Kirstiliga Fólkaflokkinum í 1993. Meirilutin fór eftir stutta tíð, tá CD'arin Bente Juncker fór frá sum ráðfrú, varð koyrd úr flokkinum og gjørdist leysgangari.

– Hilmar Baunsgaard úr Radikala flokkinum varð í 1968 forsætisráðharri í eini meirilutastjórn við Vinstra, Konservativu og teimum Radikalu. Hon helt í trý ár.

– Í 1960 skipaði Viggo Kampmann úr Javnaðarflokkinum meirilutastjórn við Javnaðarflokkinum, Radikala flokkinum og Retsforbundet. Eisini í valskeiðnum frammanundan – frá 1957 til 1960 hevði Danmark eina meirilutastjórn við H. C. Hansen úr Javnaðarflokkinum sum forsætisráðharra í somu samgongu.

– Tann smalasta stjórin síðani 1953 var Vinstrastjórnin hjá Poul Hartling í 1973. Hon hevði bara 22 seissir aftan fyri seg og helt til 1975. Tann næstsmalastsa var tann hjá Lars Løkke Rasmussen í 2015 við 34 sessum aftan fyri seg. Hann víðkaði stjórnina árið eftir við Konservativu og Liberal Alliansu.

Keldur: Ritzau, folketinget.dk, Altinget og hf-kurset.dk.

/ritzau/

 

Radikali forsætisráðharrin Hilmar Baunsgaard stóð á odda fyri eini meirilutastjórn, sum helt í trý ár. Her sæst hann undir nýggjárs røðuni í 1970. - Foto: Willy Lund/Ritzau Scanpix