Stjórin í Ryanair fekk eina tertu í andlitið

Ovasti stjórin í flogfelagnum Ryanair, Michael O'Leary, varð ikki beinleiðis vælkomin, tá hann hevði tíðindafund í Brússel í Belgia

 

Ovasti stjórin í Ryanair, Michael O'Leary, helt fram við tíðindafundinum, sjálvt um hann fekk eina tertu í andlitið og eina aðra í nakkan. - Foto: Rtl-Tvi/Reuters

O'Leary stillaðu upp framman fyri fjølmiðlum og gjørdi seg til reiðar at siga frá sínum ætlanum um túrin til ES høvuðsstøðina. Men hann kom ikki so langt, tí brádliga fekk hann tertur tveittar í høvdið.

Tað skrivar BBC. 

Verðurlagsmótmælisfólk vóru møtt upp til tíðindafundin og høvdu tertur við fløtaskúmi við, sum tey tveittu í høvdi á stjóranum. Onnur rakti hann beint í andlitið, meðan hin kom aftanífrá og rakti hann í nakkan.

– Vælkomin til Belgia, segði annað mótmælisfólkið.

O'Leary tók tað pent.

– Væl klárað, segði hann, áðrenn hann turkaði fløtaskúmið av andlitinum og helt fram við tíðindafundinum.

Hann segði annars, at terturnar vóru lekkrar.

/ritzau/

 

 

 

Ovasti stjórin í Ryanair, Michael O'Leary, helt fram við tíðindafundinum, sjálvt um hann fekk eina tertu í andlitið og eina aðra í nakkan. - Foto: Rtl-Tvi/Reuters