Stjórin er rættiliga ósmæðin

Tað er nógv fyri at koma við slíkum ímeðan fólki stríðist av øllum alvi


Tað er rættiliga ósmæðið at koma við slíkum beint nú.

Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki er eitt sindur fortørnaður inn á Rasmus Rasmussen, stjóran IR-Lastbilum.

Fyri nøkrum døgum síðani vísti hann á, at tað einsta rætta er at einskilja kavaruddingina hjá Landsverki, so at privat sleppa at røkja hana framyvir.


Les eisini: Kavaruddingin hjá Landsverki einskiljast


- Tað er ósmæðið at koma við slíkum í kjalarvørrinum á, at okkara fólk hava stríðst dag og nátt við og næstan sett lívið í veð fyri at halda vegirnar opnar.

Hinvegin heldur Ewald Kjølbro ikki, at kavaruddingin er serliga væl hóskandi at einskilja.

- Tað er einki gera í langa tíð men so skal brádliga øll manningin setast til, tá ið tað fer at kava illa, soleiðis sum vit hava sæð nakrar ferðir í seinastuni.

Ewald Kjølbro sigur, at menninir hjá Landsverki rudda ikki bara kava.

- Helvtin av tíðini, teir eru á vegunum í samband við kava, fer við at sleipa bilar leysar og at bjarga fólki. Menninir eru sostatt eisini eitt slag av sivilverju, leggur hann afturat.

Hann sigur, at aðrastaðni rundan um okkum aftur, hava tey roynt at útveitt kavarudding, men summastaðni er hon innveitt aftur, tí tað er ov dýrt at hava hana á privatum hondum, og tí at tænastan er ikki nóg góð.

- Vit halda, at tað ber illa til at einskilja kavaruddingina og samstundis varðveita eina nøktandi tænastu, sigur Ewald Kjølbro.

 

Hinvegin hevur Landsverk eisini víst á, at maskinurnar eru gamlar. Miðalaldurin á maskinunum er 29 ár.

Samstundis vísir hann á, at seinastu árini er játtanin til Landsverk minkað eini 20 prosent.

Tí hevur tað knípt at endurnýggja maskinurnar so ofta, sum ynskiligt er, men afturfyri krevja tær meiri røkt.

Ewald Kjølbro sigur, at ein arbeiðsbólkur kannar alt virksemi hjá Landsverki fyri at vita, hvat virksemi kann útveitast og einskiljast við fyrimuni.

Og ein orsøk til tey hava drálað við at keypa nýggjar maskinur, er nettupp, at tað hevur ligið í luftini, at virksemi hjá Landsverki skuldu útveitast og einskiljast.

 

Les meiri um sjónarmiðini hjá stjóranum fyri Landsverki, við at trýsta HER

 

Eisini Heini Eysturoy, deildarleiðari hjá Landsverki ivast í, hvussu væl tað riggar at einskilja kavaruddingina.

-  Tað er nógv fólk knýtt at kavaruddingini og spurningurin er, hvat tey skulu gera alla ta tíðina, ongin kavi er. Sum støðan er nú, fáast teir við annað arbeiði, tá ið eingin kavi er.

- Tá ið ongin kavi er, fáast menninir við alt møguligt, sum hevur við veghald at  gera, og tí dugi eg illa at síggja, at tað ber til at einskilja kavaruddingina einsamalla. Tað verður helst neyðugt at einskilja ein heilan pakka, tað vil siga, eisini annað arbeiði, sum menninir kunnu gera, tá ið ongin kavi er.

Heini Eysturoy sigur, at onnur hava ringar royndir av at einskilja kavarudding.

- Fyrstu ferð, tað verður bjóða út, hevur tað víst seg at verða bíligt.  Men tá ið ein ávís fyritøka fyrst hevur fingið kavaruddingina, og hevur bygt sær ein serkunnleika upp, verður ógvuliga ringt at fáa nakra veruliga kapping um kavaruddingina. Og tá hevur prísurin lyndi til at hækka munandi.

- Har kavaruddingin er einskild, er hon vorðin til eitt privat monopol, og tað hevur víst seg at vera væl dýrari enn tann almenna kavaruddingin, sigur Heini Eysturoy.