Fíggjarstjórin hevur sent limunum í Fíggjarnevndini bræv, har hann sigur, at løgtingið er ført bak ljósið.
Tað veit Útvarpið hjá Kringvarpinum at siga í kvøld.
Hans Petur Joensen, fíggjarstjóri hjá Strandferðsluni, sigur í brævinum, sum Útvarpið hevur fingið innlit í, at upplýsingar eru hildnar aftur fyri løgtinginum, og at Strandferðslan hevur fingið munnkurv og harraboð úr Vinnumálaráðnum.
Tað gjørdist greittí oktober í fjør, at sparast mátti, og tí var ætlanin at skerja túratalið hjá Smyrli og Teistanum, og at Teistin skuldi sigla við tveimum manningum heldur enn trimum. Hartil skuldu ferðaseðlakostnaðurin hækkast.
Men hetta slapp Strandferðslan ikki, og tí hevur Hans Petur Joensen sætt seg noyddan at upplýsa fyri tinginum, at hann metir at upplýsingar eru afturhildnir.
Stjórin, Bogi Mortensen, er sjúkrameldaður, og í hansara stað er fyribils settur Hans Jóhannes á Brúgv.