Í dag eru broytingar framdar í leiðsluni á Sendistovuni.
Tað boðar Sendistovan frá.
Fráfaringaravtala er gjørd við Allan Dalsgarð, sum fer frá sum stjóri, og fer at leita sær nýggjar avbjóðingar.
Samstundis er Niels Arge Galán settur sum stjóri á Sendistovuni og tekur við frá í dag at rokna. Niels kemur úr starvi sum Kreativur stjóri á Sendistovuni, sum hann eisini var við til at seta á stovn í 2007.
Umframt hetta hevur Niels Arge Galán seinastu árini verið formaður í Samskifti, sum er vinnufelagið hjá samskiftisvinnuni í Føroyum undir Vinnuhúsinum. Harafturat er Niels Arge Galán nevndarlimur í Tutl International P/F.
- Eg vil takka nevndarformanninum fyri álitisváttanina, og vil gera alt fyri, at okkara sera dugnaligu starvsfólk og kundar hava gott í væntu, sigur Niels Arge Galán.
Sendistovan er ein av størru samskiftisfyritøkunum í Føroyum og tænir kundum við virksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi. Á Sendistovuni starvast 23 fólk.