Stjólu mánabil úr dagstovni

Løgreglan fekk í morgun fráboðan um eitt innbrot í ein dagstovn í Havn.

Tað hevur verið ein friðarligt nátt hjá løgregluni, boðar vakthavandi á løgreglustøðini frá.

 

Einans tvær hendingarríkar fráboðanir eru komnar inn í morgun. Onnur teirra er um eina ær, sum varð yvirkoyrd á Oyggjarvegnum. Løgreglan veit, hvør bilførarin er, og viðkomandi kann vænta sær eitt eftirspæl.

 

Í morgun fráboðan um eitt innbrot í Dagstovnin við Velbastaðvegin. Ikki var stórvegis tikið, tað er kanska avmarkað, hvat ein kann stjala í einum dagstovni, men løgreglan boðar frá, at ein av mánabilunum hjá dagstovninum var horvin.

 

So er spurningurin, um onkur kanska helt leiðina heim vera í so langa í nátt.