Stjól túsundvís av krónum

Ein tjóvur hevur stolið túsundvís av krónum úr einum bili í Havn.

 

Tað var beint áðrenn klokkan fýra í nátt, at bileigarin ringdi til løgregluna og boðaði frá, at onkur hevði brotið seg inn í bil sín. 

 

Bilurin stóð í Magnus Heinasonargøtu í miðbýnum í Havn, og tjóvurin hevði brotið ein av aftaru rútunum á bilinum. 

 

Eigarin upplýsti fyri løgregluni, at tjóvurin hevði stolið pening frá sær. Hann hevði fleiri túsund krónur liggjandi í handskarúminum, so nú vóru stolnar.

 

Løgreglan kannar málið og hyggur millum annað at vakmyndatólum frá økinum, men heitir tó á fólk, sum kunna hava sæð okkurt illgrunavert í nátt, áðrenn klokkan fýra, um at lata frætta frá sær.