Vikuskifti er framman stavn, men í kvøld hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni.
Tó so. Um 19 tíðina vóru boð eftir løgregluni um at koma til Kollafjarðar. Har varð ein persónur tikin fyri at stjala í einum handli. Sum skilst, so hevði viðkomandi tikið eina teldu, men løgreglan tók viðkomandi.
Hesin stuldurin er einasta hending, sum løgreglan hevur at siga frá í kvøld.
Stak friðarligt er eisini í býnum í Havn í kvøld, frættist frá løgregluni.










