Tað kemur meira enn so fyri, at handilsstuldur verður meldaður til løgregluna, og tað hendir eisini, at talan er um vaksin fólk, sum eftir øllum at døma hava ov langar fingrar.
Soleiðis var í Havn í gjár.
Her royndi onkur at stjala eitt par av skóm, og vaktleiðarin visti í morgun at siga, at talan var um vaksið fólk, sum ynskti sær einar nýggjar skógvar - uttan at vilja gjalda fyri tær.
Løgreglan varð boðsend, og persónurin varð tikin á staðnum, har viðkomandi noyddist av við skógvarnar aftur og helst fær eina bót fyri at fremja handilsstuldur.