Kokkar frá tveimum matstovum, sum vóru nomineraðar til Ársins Matstovu 2013, fara at matgera nýggjársaftan.
– Við góðum útsýni yvir Havnina nýggjársaftan, góðum mati frá Mielcke og KOKS og undirhaldi, gisting og dansi við Halluri Joensen bjóðar Hotel Føroyar til serligt undirhald nýggjársaftan.
Tað er í sambandi við nýggjárssendingina í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum nýggjársaftan, at Hotel Føroyar bjóðar fólki til eina serliga uppliving.
– Okkara vakri høvuðsstaður, fjørðurin, Nólsoyggin, fýrverkið, bálini í Havn og skipini á vágni eru ein fragd fyri eyga nýggjársaftan. Afturvið góðum útsýni og góðum undirhaldi, matgera tvær av matstovunum, ið vórðu nomineraðar til Ársins Matstova 2013 í Danmark, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum.
Tað er kokkurin og Føroya-vinurin Jakob Mielcke, frá Mielcke&Hurtigkarl, sum saman við KOKS borðreiðir við seks rættum og góðum víni. Undirhald verður undir borðhaldinum við skemti og sangi, sum byrjar klokkan 18.30, og sum verður samskipað við beinleiðis sending hjá Kringvarpi Føroya.
Á midnátt bjóðar hotellið sjampanju meðan fólk njóta útsýni yvir Havnina. Dansurin við Hallur Joensen byrjar beint eftir midnátt – og høvi verður eisini at gista og njóta ein góðan morgunmat nýggjársdag, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, sum býður øllum vælkomin til nýggjársaftan á hotellinum