Stjørnan hevur fingið landsliðsmálverja

Rina Møller Lorentzen, sum er málverji á grønlendska landsliðnum, fer nú at spæla við Stjørnuni

mynd: Stjørnan

Tað letur til, at hondbóltskvinnurnar í Klaksvík ætla sær aftur at vera við í toppinum, eftir at tað í nøkur ár hevur verið meiri soltið.

 

Fyri seks vikum varð kunngjørt, at Durita Christophersen Jojic fer aftur at spæla í Klaksvík. Frá 2005 spældi hon níggju ár við Stjørnuni, sum tá fleiri ferðir vann bæði FM og steypafinaluna. Síðani hevur hon umboðað barndómsfelagið VÍF, men nú er Durita aftur í Klaksvík.

 

Russiska Julia Nalivko var lyklaspælari í Stjørnuni í fjør, og bakspælarin er framvegis í Klaksvík.

 

Nú hevur Stjøran tryggjað sær nýggjan málverja.

 

Stjørnan skrivar soleiðis:

 

Tað er við gleði, at vit nú kunnu boða frá, at Rina Møller Lorentzen nú verður málverji hjá okkum.

 

Rina er fødd og uppvaksin í Grønlandi og hevur góðar royndir í bestu deildini har yviri. Rina spælir eisini á grønlendska landsliðnum. Harafturat hevur hon eisini spælt í 1.deild, í Danmark.

 

Vit gleða okkum til samstarvið og bjóða Rinu vælkomna í felagið.

 

mynd: Stjørnan