Eykaaðalfundur hevur verið á loftinum í KÍ høllini í gjár, og úrslitið er at Stjørnan fer úr Klaksvíkar ítróttarfelagi. Nevndin hjá Stjørnuni hevur sett ynski fram um at fara úr Klaksvíkar Ítróttarfelag, við tí endamáli at stovna sjálvstøðugt felag fyri hondbóltin, boðar KÍ frá á heimasíðuni.
- Á aðalfundinum var uppskot lagt fram um at ganga ynskinum á møti soleiðis at Stjørnan verður strikað í viðtøkunum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, og hettar var einmælt samtykt. Starvsnevndin hjá KÍ ynskir Stjørnuni bestu eydnu við nýggja felagnum, verður lagt afturat í skrivinum.
Stjørnan hevur lið í bestu kvinnudeildini í hondbólti, meðan mansliðið etir Team Klaksvík.