Stjarnan mátti lúta í íslendsku steypafinaluni

Jóhannes Bjørgvin gjørdist ikki steypavinnari í Íslandi á hesum sinni

Mynd: Harald Bjørgvin

Jóhannes Bjørgvin hevur fingið eina stóra uppliving í dag.

 

Hann og liðfelagarnir í Stjörnuni hava í dag spælt steypafinalu í Hafnarfirði móti Fram.

 

Fram var favorittur undan dystinum, og teir livdu eisini upp til favorittleiklutin við at vinna finaluna 31-25.

 

Tá 53 minuttir vóru leiktir minkaði Jóhannes - við sínum einasta máli í dystinum - um munin til 24-25. Men tveir minuttir seinni hevði Fram økt til 28-24, áðrenn Stjarnan megnaði at svara aftur. Seinastu løtuna økti Fram aftur.

 

Gongdin í dystinum: 3:3, 4:4, 7:7, 8:9, 9:12, 12:14, 16:18, 18:19, 19:21, 21:25, 24:28, 25:31.

 

Fram taptu tó steypafinaluna hjá kvinnum. Í finaluni vunnu Haukar 25-20 (11-6) á Fram. 

 

Mynd: Harald Bjørgvin