Stjala bátar í Noregi

Løgreglan í Suðurnoregi heitir nú á bátaeigarar um at halda eygað við bátunum, tí í seinastuni eru fleiri bátar stolnir, meðan teir hava ligið við bátabrúgvarnar. Nakr­ir av teimum stolnu bát­unum eru komnir afturí­aftur, men ikki allir.
Ta seinastu vikuna eru fleiri bátar stolnir í Kristiansand, Arendal og Grimstad, og løgreglan heldur, at í summum førum eru tað skipaðir brots­menn, sum hava tikið teir. Fyri nøkrum døg­um sóu fólk tríggjar menn taka myndir av bátum, sum lógu í einum báta­hyli í Tvedestrand. Sagt verður, at mynda­menninir helst vóru út­lendingar.
– Hetta kundi bent á, at menn taka myndir av bátum, sum teir halda vera verdar at stjala, sig­ur løgreglan við Aften­posten.