Stjørnuspælarin vil til annað felag

Men West Ham hevur ongar ætlanir um at selja stjørnuleikaran.

Dmitri Payet hevur boðað West Ham frá, at hann ikki longur vil spæla fyri felagið. Tað váttar venjarin hjá Wst Ham, Slaven Bilic.

 

29 ára gamli landsliðsleikarin er regluliga settur í samband við onnur feløg eftir hansara fram úr góða kappingarár í fjør og góðu avrikini í EM-kappingini í summar. Heldur óvæntað var einki felag eftir honum í summar, men nú tykist, sum at franski vongurin ikki tímir longur.

 

Felagið hevur tó ongar ætlanir um at selja spælaran.

- Vit hava boðað frá, at vit ikki ynskja at selja okkara bestu spælarar, men Payet ynskir ikki at spæla fyri okkum. Vit selja hann kortini ikki, sigur Slaven Bilic við BBC.

 

West Ham keypti Dmitri Payet fyri 92 milliónir krónur frá franska felagnum Marseille í 2015.