Stjørnuskot vann Faroes Open

Talv: Ungur indari vann á favorittinum úr Peru. Helgi Dam Ziska endaði á triðja plássi

Altjóða talvkappingin Faroes Open í Kollafirði endaði í dag. Srinath Narayanan úr India og Julio Granda Zuniga úr Peru endaðu javnir á 1. plássi við 7½ stigi í part, men indarin vinnur kappingina við betri mótstøðustigum, skrivar Talvsambandið.

 

Les eisini: Høgni bjóðar av

 

Granda Zuniga var favorittur at vinna. Við styrkitalinum 2656 er hann millum hundrað teir bestu í heiminum. Stjørnuskotið Srinath Narayanan er ikki stórmeistari enn, men tað líður væl. Styrkital hansara var fyri kappingina 2505, nú fær ann 19 stig aftrat. Í 2005 gjørdist hann heimsmeistari fyri telvarar, ið vóru 12 ár og yngri.

 

Les eisini: Rógvi fall í oddadysti

 

Helgi Dam Ziska vann á John Rødgård í seinasta umfari, og endar nummar trý við 6½ stigi. Helgi Dam Ziska var ósigraður í kappingini. Hann vann fýra og telvaði fimm jøvn. Hann telvaði javnt móti bæði Srinath Narayanan og Granda Zuniga. Helgi Dam Ziska gongur góð fimm ratingstig fram.

 

Les eisini: Rógvi á odda

 

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag á Hans Kristiani Simonsen og endaði nummar seks í røðini. Úrslitið var so gott, at Høgni Egilstoft Nielsen vinnur 29 ratingstig í kappingini. Honum eydnaðist eitt nú at telva javnt móti vinnaranum Srinath Narayanan.

 

Í alt vóru tretivu telvarar í kappingini; seks stórmeistar og tríggir altjóða meistarar. Nevnast kann, at tveir av blaðungu og evnaríku føroysku telvarunum stóðu seg sera væl. Luitjen Akselson Apol, føddur í 2006, fekk fimm stig, og vann heili 84 ratingstig. Unglingameistarin Jón í Horni Nielsen, føddur í 2005, fekk 3½ stig og forvann 68 ratingstig, skrivar Talvsambandið.

 

Endaliga úrslitið (topp 10): 

IM Srinath Narayanan, India 7½

GM Julio Granda Zuniga, Peru 7½

GM Helgi Dam Ziska, Føroyar 6½

GM Miguel Munoz, Spania 5½

GM Allan Stig Rasmussen, Danmark 5½

FM Høgni Egilstoft Nielsen, Føroyar 5½

GM Jens Kristiansen, Danmark 5½

IM Martin Haubro, Danmark 5½

FM Rógvi Egilstoft Nielsen, Føroyar 5

IM John Rødgård, Føroyar 5 stig