Stjørnuskot tryggjaði HB Atlantssteypið

Hendrik Rubeksen var stóri maðurin, men yvirhøvur tóktist alt HB-liðið reisa seg, tá teir leygardagin gjørdust fyrsta føroyska liðið at vinna Atlantic Cup

HB skuldi reisa seg. Tað vóru fremstu boðini í norðara partinum av Gundadali, tá árligi Atlantic Cup dysturin var á skránni leygardagin.
Hetta er dysturin millum føroysku og íslendsku meistararnar, og undan hesum hevði tað ongantíð eydnast føroyskum liði at vinna dystin. Og so kundi kanska verði lagt afturat, at eftir ivasama avrikið á Skála fyrr í vikuni, mundu tað vera fleiri av HB-viðhaldsfólkunum, sum ikki høvdu serliga góðar vónir undan hesi uppgávuni.

Hamskiftir havnarmenn
Men tey fingu tó skjótt at síggja, at tað var eitt hamskift HB-lið, sum nú var á vøllinum.
Tvær broytingar vóru í mun til dystin á Skála, og báðar skuldu tær eisini vísa seg at vera týdningarmiklar.
Hin fyrra var, at Símun Eliasen nú aftur var í miðverjuni. Her hann ikki trivist serliga væl higartil í ár, men í mun til dystirnar í steypakappingini, so tóktist hann leygardagin at vera nakað væl nærri forminum, sum í fjør gjørdi hann til upplagt landsliðsevni, uttan at hetta tó gjørdist til nakað. Kanska restar enn nakað í, áðrenn hann aftur hevur funnið sama støði, men fyri sjálvsálit hansara ? og FM-vónirnar hjá HB ? kann tað fáa altavgerandi týdning, at pílurin nú tykist peiggja rætta vegin.
Hin broytingin var, at Heine Fernandez hevði sett seg sjálvan á beinkin hesaferð, soleiðis at Hendrik Rubeksen fekk møguleika at prógva sítt virði. Ikki tí at venjarin hevur spælt so illa, og bara við at hyggja at málskjúttunum í steypakappingini stendur greitt, at hann sum so hevur gjørt sína skyldu. Men avrikið hjá Hendriki leygardagin mundu fáa mong at gloyma Andrew av Fløtum fyri eina tíð.

Dagsins maður
Ungi framherjin var nevnliga í øllum trimum førunum maðurin aftan fyri HB-málini. Fyrst fekk hann tacklað bóltin yvir til Rúna Nolsøe, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði flatt í netið.
Síðani fekk hann tiltuskað sær eitt (heldur ivasamt) brotsspark, sum Vagnur M. Mortensen sendi trygt í meskarnar, og at enda var hann sjálvur rætti maðurin á rætta staðnum, tá hann fekk bent eitt vandamikið innlegg frá Janusi M. Joensen í kassan. Soleiðis tekur mann av einum møguleika, tá mann fær hann handaðan, og í øllum førum prógvaði unglingin, at hann væl kann gerast ein av trumfunum, sum HB noyðiast at smekka á borðið í drúgva FM-stríðnum.

Tiltrongt lyft
Men tað var tó ikki bert avrikið frá Hendriki, sum HB-viðhaldsfólkini kundu fegnast um leygardagin. Tí sum heild virkaði liðið nakað nógv betri, enn tað gjørdi á Skála mikukvøldið.
Tó at miðvøllurin ikki var umskipaður, so dugdu leikararnir hesaferð í nógv størri mun at halda taktisku avtalurnar. Bæði breidd og djúpd var alofast til staðar, og eitt nú riggaði tað sera væl, at Heðin á Lakjuni datt út móti vinstru, tær ferðirnar Rógvi leitaði sær niðan eftir miðáisini.
Tað skal so eisini takast við, at góða avrikið kanska eisini var upp á eina bíliga bakgrund. Í øllum førum mundi tað koma óvart á mong, at íslendska avrikið var somikið jánkasligt. Kanska kann tað vera ein umbering, at teir av tvørrandi veðurlagnum lendu somikið seint, at dysturin mátti flytast tveir tímar, men fyri steðgin høvdu teir lítla mótstøðu at geva føroyameistarunum.
Eftir steðgin gjørdist tað nakað frægari, og teir fingu móti endanum pyntað um við sera vøkrum stútara, men nóg mikið gjørdist tað tó ongantíð.
Men hjá HB var talan í øllum førum um fyrsta steypasigurin (sum tó einki steyp gav) á føðingardagsárinum, og ikki minst eitt tiltrongt sálarligt lyft. So fer tíðin at vísa, hvønn mun hetta kann gera.

Dysturin í tølum
HB-KR 3-1 (3-0)
1-0: Rúni Nolsøe, 13
2-0: Vagnur M. Mortensen (br.), 24
3-0: Hendrik Rubeksen, 40
3-1: Henning Jónasson, 90
HB-liðið: Pál N. Joensen (Danny Rasmussen, 46) ? Hallur Danielsen, Vagnur M. Mortensen, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Kári Nielsen (Rasmus Nolsøe, 85.), Rúni Nolsøe (Eli Thorsteinsson, 85), Martin Christensen, Rógvi Jacobsen (Rókur Jespersen, 50) ? Heðin á Lakjuni (Páll M. Joensen, 78), Hendrik Rubeksen
Dómari: Niklas á Líðarenda. Segði við hesum farvæl sum dómari á hægsta føroyska stigi, og kom hann bara væl frá uppgávuni. Íslendingarnir vóru ofta ónøgdir, men mundu sum heild hava lítið at hava hetta í. So átti Heðin á Lakjuni størri orsøk at vera ónøgdur, tá hann varð feldur í gjøgnumbroti, men hóast tað líktist reyðum og brotssparki, so tagdi floytan eisini ta ferðina. Men sum heild, eitt gott farvæl hjá Niklasi.