Í farnu viku varð avdúkað, at Take That fara at framføra til ársins X-Factor finalu í Parkini. Nú er greitt, at Carpark North, Aqua og Fallulah eisini trína á pallin. -Við hesum fýra nøvnunum hava vit tryggjað okkum eina finalu í heimsklassa, sigur undirhaldsstjórin hjá DR, Jan Lagerman Lundme við heimasíðuna hjá DR.
Í fjør sungu fleiri kendir bólkar saman við X-Factor finalistunum, og helst verður tað sama galdandi í ár.
kelda. Dr.dk










