Listin yvir kendar sjónleikarar í nýggju útgávuni av ?Fame? er aftur víðkaður.
Kevin Tancharoen ætlar sær undir at innspæla gamla tónleikarfilmin ?Fame? av Alan Parkers frá 1980 við ungum talentum. Filmurin stendur mestsum av ókendum sjónleikarum, men nú hevur Tancharoen játtað, at nógv kend nøvn eisini verða at síggja í filminum.
Debbie Allen vendur aftur til New York City High School of Performing Arts sum rektari saman við Megan Mullally, Charles S. Dutton, Kelsey Grammar og fyrrverandi sjónvarpskonu hansara Bebe Neuwirth.
Millum tey ungu verða Thomas Dekker frá ?Heroes? og Anna Maria Perez de Tagle frá ?Hannah Montana?.
Aline Brosh McKenna, sum m.a. skrivaði handritið til ?The Devil Wears Prada?, fer at skriva handritið til nýggja ?Fame?-filmin.
Tónleikurin kemur frá nýggju hittduo?ini The Matrix.
Ætlanin er, at filmurin fær heimsfrumframsýning 25. september í 2009.