Stjørnurnar savna inn fyri Newman

Nógvar stjørnur møttu upp, tá ið feriulegan hjá Paul Newman, The Painted Turtle, helt sína árliga innsavningargalla í San Francisco mánakvøldið.

 

Tom Hanks, Julia Roberts, Jack Nicholson, Warren Beatty og Sean Penn vóru millum nógvu kendu fólkini, sum fóru á pallin til hesa legu.

 

Samstarvsfelagirnir nýttu høvið at minnast deyða sjónleikaran:

 

- Vit høvdu roknað við, at Paul sjálvur fór at vera her. Hetta er fyrstu ferð, vit eru uttan hann og øll kenna nú tómrúmið, hann hevur latið eftir seg, segði Danny Glover.

 

- Paul var ein stór stjørna, men hann var ein liðspælari meira enn nakað annað. Og hann var ein maður, sum eftir mínari metan burdi fingið Nobel fríðurheiðurslønina, segði Tom Hanks.

 

Áðrenn deyða sín 26. september gav Newman heili 250 milliónir dollarar til vælgerandi endamál.

 

The Painted Turtle er millum 11 summarlegurnar, sum kendi Hole in the Wall-felagsskapurin hjá Newman gjørdi til álvarsliga sjúk børn.