Herfyri boðaðu Justin Timberlake, Lady Gaga og aðrar heimsstjørnur frá, at tey ikki fóru at dagføra sín Facebook- ella Twitterprofil í eina viku. Men nú ? longu áðrenn ein vika er runnin ? hava tey loggað á aftur á sosialu miðlarnar. Hetta ger tey tí málið er rokkið.
Ætlanin var at savna minst eina millión dollarar og hetta eydnaðist, tá ríkmaðurin Stewart Rahr lat 500.000 dollarar. Umframt hann lótu 3600 fólk pening til átakið. Tað skrivar ekstrabladet.dk.
Talan var um eitt slag av digitalum deyða, fyri at stuðla átakinum Buy Life, sum savnar inn pening til heilivág og mat í HIV og Aids raktu londunum Afrika og India.
Lady Gaga, Justin Timberlake og hinar stjørnurnar lótu seg avmyndað í eini kistu og boðaðu frá, at tær ikki fóru at venda aftur til Facebook, Twitter og aðrar sosialar miðlar, fyrr enn Buy Life hevði savnað inn eina million dollarar.