Stjørnurnar klárar til Liverpool

Champions League: Neymar og Mbappé eru klárir fyri PSG

Í kvøld verður seinna hálva í 5. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Helst størsti dysturin er í París, har PSG og Liverpool stríðast saman við Napoli um at koma víðari úr bólki C.

 

Les eisini: Ronaldo sett enn eitt met

 

Einki er avgjørt í bólkinum, har Napoli og Liverpool hava seks stig, meðan PSG hevur fimm stig. Liverpool og Napoli kunnu við sigrum tryggja sær víðari luttøku, meðan PSG skal hava stig, fyri at kunna koma víðari.

 

Les eisini: Fellaini sparkaði United víðari

 

Fyri PSG kemur tað væl við, at stjørnurnar báðar í álopinum, Neymar Jr og Kylian Mbappé, eru tøkir til dystin, eftir at hava sitið uttanfyri farna umfar í fronsku landskappingini. Seinast feløgini møttust var í fyrsta umfari í bólkaspælinum, tá vann Liverpool 3-2 í evstu løtu.

 

Hin stóri dysturin er á Wembley, har Tottenham rennur aftaná Inter Milan í bólki B. FC Barcelona er longu víðari og kann við sigri á PSV tryggja sær fyrsta plássið, meðan Tottenham skal vinna á Inter Milan, sum vann innanhýsis dystin í fyrsta umfari, um teir skulu víðari.

 

Bólkur A:

Atletico Madrid – Monaco (17.55)

Borussia Dortmund – Club Brugge (20.00)

 

Støðan:

1. Borussia Dortmund 9 (Stig)

2. Atletico Madrid 9

3. Club Burgge 4

4. Monaco 1

 

Bólkur B:

PSV – FC Barcelona (20.00)

Tottenham – Inter Milan (20.00)

 

Støðan:

1. FC Barcelona 10

2. Inter Milan 7

3. Tottenham 4

4. PSV 1

 

Bólkur C:

Paris Saint-Germain – Liverpool (20.00)

Napoli – Reyða Stjørna (20.00)

 

Støðan:

1. Napoli 6

2. Liverpool 6

3. PSG 5

4. Reyða Stjørna 4

 

Bólkur D:

Lokomotiv Moskva – Galatasaray (17.55)

FC Porto – Schalke (20.00)

 

Støðan:

1. FC Porto 10

2. Schalke 8

3. Galatasaray 4

4. Lokomotiv Moskva 0