28. desember bjóðar Miðlahúsið aftur til árliga Planet Awards, har tey bestu innan føroyskan tónleik í ár vera heiðraði.
Eins og altíð er tiltakið á tremur við framførslum frá teimum, sum hava sermerkt seg í ár.
Á skránni eru framførslur frá Evi, Signar í Homrum, Eivør, Sveinur, All In og undirhald frá Johan í Kollafirði.
Haraftrat verður ein serlig framførsla frá dananum Shaka Loveless, sum í hesum døgum hittar við eitt nú lagnum Tomgang.
Um náttina framføra Eyðun og Terji og Shaka Loveless.
Atgongumerki kunnu keypast á ebillett.fo.










