Stjórin í enska felagnum Chelsea vísir aftur, at stjørnuspælararnir Didier Drogba og Frank Lampard eru á veg úr felagnum. Ensku fjølmiðlarnir hava annars dúliga skriva um hetta, og spælararnir sjálvir hava latið onkur orð falla um, at teir kundu hugsa sær at skift felag. Peter Kenyon sigur, at Lampard hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála, og Drogba hevur tvey ár eftir. Men felagið ætlar at gera nýggjar sáttmálar við teir.











