Hondbóltur
Spenningurin var ikki tann stóri undan seinnu hálvfinaluni millum Stjørnuna og VB. Við trygga sigrinum í Vági í bakhondini, skuldi VB at kalla fremja undurverk, um uppgerðin skuldi koppast. Og sjálvt mest trúgvu VB-viðhaldsfólkini mundu eisini hava slept allari vón í so máta.
Tí var tað eisini so sum so við intensitetinum. Sjálvandi vildu báðir partar vinna. Og eingin nakað fyri einki. Men samstundis, so vistu spælararnir við sær sjálvum, at talan ikki var um ein alt ella einki dyst. Og ikki minst, at liðini bæði framveigs hava eina harða landskapping at hugsa um, har býttir skaðar og/ella leikbann kunnu koma illa við.
Tað var annars VB, sum byrjaði dystin betur, men tað var tó skjótt, at vertirnir eisini komu á rætta lagið. Stutt fyri hálvleik fekk Stjørnan eisini togað seg framum, og tí leiðsluni høvdu tær ongantíð hug at sleppa. Eitt skifti eftir steðgin tóktist talan tvørtur ímóti at gerast um sannan stórsigur, mne tað hendi so ikki. VB fekk pyntað nakað um móti endanum, men meira enn hetta pyntið gjørdist talan ongan tíð um. Til tess hevði munurin í fyrra dystinum verið ov stórur.
Og soleiðis verða tað aftur í ár Stjørnan og Neistin, sum skulu dystast í finaluni. Ein dystur, har Stjørnan helst má finna seg í favoritt-leiklutinum. Menn tann leiklutin munnu tær kortini kenna heilt væl, soleiðis sum árið hevur gingið. Hvørt talan so verður um greipuna í ár, er ein annar spurningur. Fyrri partur av tí spurninginum verður svaraður um tvær vikur.
Fakta um dystin
Stjørnan-VB 31-27 (13-10). Stjørnan í finaluni við samanlagt 56-44
Málskjúttar
Stjørnan: Alina Olaru 7(1), Una Olsen 7, Bára S. Klakstein 6, Anna Kristina Samson 4, Joan M. Djordjevic 3, Katarina Stepanov 2, Maria við Neyst 1, Alina Olaru 7,, Louisa Andreasen 1(1)
VB: Daiva Toumaite 12(1), Rannvá Augustinussen 5, Christina Holm 5(1), Margreth Augustinussen 2, Maryna Zylko 2, Monica Samuelsen 1
Útvísingar: Stjørnan 3, VB 4
Brotskøst: Stjørnan 3, VB 4
Dómarar: Kári Hansen & Hartvig Joensen