Jose Mourinho plagar at verða góður fyri onkra argandi viðmerking, og nú er hann aftur upp á spæl. Hann heldur, at stóru stjørnurnar í enskum fótbólti filma.
- Eg haldi meg hava rætt, tá eg sigi, at Drogba, Ronaldo, Torres og van Persie allir filma. Enskur fótbóltur plagar at finnast at teimum, sum filma, men tað eru venjararnir, sum læra teir at spæla soleiðis, sigur Mourinho við FeelFootball.








