Stjørnurnar fagna Íslandi

EM: Fótbóltsheimurin hevur lagt seg skerflatan fyri Íslandi eftir 2-1 sigurin á Onglandi, ið eingin sær sum annað enn gott arbeiði frá íslendskari síðu

Hóast fleiri síggja íslendska sigurin í gjárkvøldið sum eina sensasjón, eru tað eisini fleiri fyrrverandi fótbóltsstjørnur, ið gera vart við, at talan var als ikki um tilvild ella hepni, at Ísland vann, men ein harðan, góðan og dugnaligan arbeiðsinnsats. Her eitt úrval av tí, stjørnurnar hava skrivað á Twitter um íslendska landsliðið:

“Rós til Ísland! Wow! Væl arbeitt!”

Thierry Henry, fyrrverandi franskur landsliðsspælari


“Ein góður hópur er eingin góður hópur uttan vilja, leiðslu og sálarligt yvirskot”

Paul Ince, fyrrverandi enskur landsliðsspælari


“Hví tosa fólk um, at Ísland er so vánaligt? Teir vunnu á Hollandi, Turkalandi og Tjekkia í undankappingini. Og teir vóru fantastiskir í kvøld við!”

Robbie Savage, fyrrverandi Premier League-spælari


“Eitt framúrskarandi land. Eg má geva Íslandi alt tað rós, landið hevur uppiborið. Eitt flott liðavrik!”

Patrick Kluivert, fyrrverandi hollendskur landsliðsspælari


“Væl arbeitt, Ísland! Tit vóru framúrskarandi!”

Alan Shearer, fyrrverandi enskur landsliðsspælari


“Øll góðynski til Íslands! Okkara skuffilsi og lýðing skal ongantíð taka nakað burtur av einum fantastiskum avriki frá einum framúrskarandi landi!”

Mike Keegan, ítróttarfrásøgumaður hjá BBC


“Hodgson (enski landsliðsvenjarin) forvinnur 3,5 milliónir pund um árið, meðan íslendski hjálparvenjarin (Heimir Hallgrímsson) dagliga arbeiðir sum tannlækni”

Twitter-kontan “Premier League Zone”