HM-endaspælið í Týsklandi er farið afturum, og fyri framman stendur ein nýggj undankapping til EM-endaspælið í 2008. Europeisku fótbóltslandsliðini eru farin undir sínar fyrireikar til nýggju kappingina, og í kvøld spæla tey venjingardystir.
Onkrir dystir vórðu spældir longu í gjárkvøldið, og millum teirra var dystur millum Ísland og Spania í Reykjavík. Spanska legendan Raúl spældi sín landsdyst nummar 100, men hann kláraði ikki at gera mál í hesum dystinum. Tað kláraði heldur eingin av hinum spælarunum, og tí endaði tað við málleysum javnleiki.
Ukraina, sum er í bólki saman við Føroyum í EM-undankappingini, hitaði upp við einum stórsigri á Aserbadsjan. Kekkia vann dystin heili 6-0, og longu í hálvleikinum var støðan 4-0 til Ukraina. Dysturin gevur enn eitt dømi um, hvussu trupul útidysturin hjá Føroyum ímóti Ukraina kann gerast.
Vrakaðar stjørnur
Nú nýggir landsliðsvenjarar eru settir í nógvum londum, hevur tað eisini við sær, at teir gera broytingar á sínum liðum. Nógvir spælarar verða ikki bidnir aftur, og summar av teimum størstu stjørnunum sleppa heldur ikki longur upp í part.
Tað hevur givið mest ekkó, at ein tann kendasti fótbóltsspælarin í heiminum, David Beckham, ikki longur kann brúkast á enska landsliðnum. Nýggi landsliðsvenjarin hevur valt at vraka Beckham, so hann kann staðfesta, at talan veruliga er um nýggja byrjan, nú venjarin hjá Onglandi ikki longur eitur Eriksson, men McLaren.
Ein annars kendur spælari, sum er vrakaður til venjingardystirnar í kvøld, er hollendski álopsspælarin Ruud van Nistelrooy, sum júst er seldur til Real Madrid fyri eina risastóra milliónaupphædd. Hann hevur longu sett hol á málskjótingina fyri spanska felag sítt, men hollendski venjarin Marco van Basten sigur seg ikki hava brúk fyri honum á landsliðnum.
Nedved gevst
Meðan summi verða vrakaðir, eru tað aðrir, ið fáa høvi at gevast sjálvir. Ein teirra er Pavel Nedved, sum í kvøld spælir sín seinasta landsdyst fyri Kekkia. Eins og nógvar aðrar stórar stjørnur, er hetta ikki fyrstu ferð, at Nedved sigur farvæl til landsliðið. Tað gjørdi hann eisini í 2004, men hann kom upp í aftur 15 mánaðir seinni og spældi við í HM-endaspælinum í summar.
Nú hevur Nedved boða frá, at hann fer at leggja alla orku í at spæla fyri Juventus seinastu tvey árini av síni yrkisleið, og dysturin á heimavølli ímóti Serbia í kvøld, er tí tann seinasti hjá honum. Hetta er landsdystur nummar 91, sum hann spælir fyri Kekkia, og hann hevur í hesum dystum gjørt 18 mál.
Totti aftur í blátt
Heimsmeistararnir úr Italia, sum eru í bólki saman við Føroyum í næstu undankappingini, spæla eisini venjingardyst í kvøld. Italia hevur fingið nýggjan venjara, eftir at Marcelo Lippi takkaði fyri seg eftir HM-gullið í Týsklandi. Nýggjur venjari er Roberto Donadoni, og hann vónar at lokka Francesco Totti aftur í bláu landsliðstroyggjuna.
Í dystinum ímóti Ukraina í kvøld gevur Donadoni nógvum ungum spælarum kjansin, og nógvir av teimum, sum vunnu HM í summar, eru als ikki við í hópinum hesaferð. Men teir skulu við aftur seinni, og Donadoni vónar, at eisini Totti, sum eftir HM segði seg ivast í síni framtíð sum landsliðsspælarin, kemur aftur á landsliðið.
Um tað eydnast Donadoni at fáa Totti aftur á landsliðið, fáa føroyingar møguleikan at síggja ein tann besta italska fótbóltsspælaran nakrantíð spæla í Føroyum næsta summar.