Á væl umtóktu matstovuni Svinkløv Badehotel í Jammerbugten har norðuri í Jútlandi sleppa gestirnir ikki at tosa í fartelefon ella sita við fartelefonini við borðið.
Á veg inn á matstovuna hongur eitt skelti, sum bannar telefonum. – Vit meina tað, og vit standa við tað, og vit siga tað eisini við fólk, sigur Kenneth Toft-Hansen, sum er kokkur á mastovuni. Hann vann fyrr í ár óalmenna HM fyri kokkar – Bocuse d’Or. – Vit vilja skapa eitt stað við nærveru. Tað skal vera eitt sindur gamaldags, men í grundini snýr tað seg um at brúka meira tíð saman við hvørjum øðrum, sigur Kenneth Toft-Hansen sambært TV2. Kokkurin sigur, at sum heild góðtaka gestirnir telefonforboðið uttan mótmæli.