Stjørnudust á Ung i Norden

At ungfólkini, sum taka lut í Ung i Norden eru sonn listafólk gerst alt meira sjónligt. Hóskvøldið vóru aftur framførslur og salurin kókaði, meðan fólk jublaðu. Sí myndafrásøgn á portalinum og á planet.fo.


Ung úr øllum Norðurlondum framførdu tað besta tey høvdu at bjóða á Læraraskúlanum hóskvøldið, og vóru tað londini Grønland, Finnland, Svøríki, Samaland, Áland og Noregi, sum hesaferð vístu tað, sum tey høvdu fyrireikað heimanífrá. 
Áhoyrarafjøldin fagnaði teimum við lógvabrestum og til tíðir gjørdust stólarnir ov trongir og fólk reistust í gleðisrúsi at dansa, klappa og bríksla eftir ungu stjørnunum á pallinum. Sigast má, at ungu listafólkini vóru framúrskarandi sendiharrar fyri heimlond síni, og at tey heilt givið birtu upp undir og góvu íblástur til skapanarhugin hjá teimum umleið 200 ungu norðurlendingunum, sum taka lut í Ung i Norden í hesum døgum. Í øllum rokanum og teimum fantastisku framførslunum, kann tað næstan tykjast sum, at nøkur av londunum hava kýtt seg at senda umboð, sum bjóða dygd og fjølbroytni í listasniði og sýningarhátti, men mugu vit ikki gloyma endamálið við stevnuni: Í fimm dagar at samstarva og skapa saman við ungum úr grannalondunum, og harvið at læra nýggj fólk at kenna, at fáa góðar upplivingar og at knýta vinabond.
Hygg at myndarøðini her á síðuni, og fá eina smakkiroynd uppá nakað av tí, sum almenningurin sleppur at síggja og hoyra eitt nú í Miðlahúsinum fríggjakvøldið og leygarkøldið kl.20:00, og í Norðurlandahúsinum sunnudagin klokkan 17:00, tá endabresturin hjá Ung i Norden verður.
 
--
 
MYNDATEKSTIR TIL MYNDAFRÁSØGN, SUM ER AT FINNA Á PORTALINUM:
 
- Grønlendski bólkurin Ravens Call við bergtakandi búnum úr skinni og pelsi. Framførslan var dansur, tónleikur og sangur, og kom íblásturin úr fornari veiðumentan og samanspælinum millum nútíð og fortíð.
 
- Dansibólkurin úr Finnlandi framførdi breakedance í heimsklassa.
 
- Trummukonsert á hægsta stigi úr Noregi
 
- Caroline  vit upplivdu eina sanna stjørnu til endans í framførsluni. Tá hon var ongin endi á fagnaðinum og fólk reistust at klappa og fagna henni. Hon sær kanska ikki út sum ein superstar, ung, smæðin og lítillátin, men hon var stjørnan, sum tók øll av bóli. Um hon spælir kortini rætt og heldur persónliga stílinum og ljóðinum, kann hon uttan iva teljast millum allar tær bestu: Noreah Jones, Sinead O'Connor og Tracy Chapmann um nøkur ár.
 
- Svenski Sonni, sum situr í rullistóli, tí hann ber brek, sang saman við tveimum gentum. Sangurin var so inniligur og nemandi, at fleiri í salinum fingu helst bæði ein og tveir klumpar í hálsin.
 
- Fagnaðarrúsurin fór bylgjandi gjøgnum áhoyrarafjøldina og til seinastu framførslurnar reistust fólk at fagna ungu listafólkunum.