Tað hendir nógv í enska felagnum, Arsenal, í hesum døgum. Seinastu dagarnar hava søgurnar sent stóra Arsenal profilin, Alexis Sanchez til Manchester United, meðan ætlanin er at Manchester United leikarin, Henrikh Mkhitaryan, skal hinvegin.
Og í kvøld er Arsenal um reppið at kunngera ein heilt annan profil. Tað er Borussia Dortmund áleyparin, Pierre Emerick Aubameyang. Sambært enskum miðlum er tann handilin komin so mikið langt, at alt tað persónliga millum Aubameyang og Arsenal longu er komið uppá pláss.
Pierre Emerick Aubameyang verður roknaður sum ein beinleiðis avloysari fyri Alexis Sanchez. Síðani 2013 hevur Aubameyang spælt fyri týska felagið Dortmund, har hann í 143 dystum hevur skotið 98 mál. Pierre Emerick Aubameyang er 28 ára gamal.