Stjørnu-bussar

Eins og hjá StÍF, so eru tey í Stjørnuni eisini hampuliga von við at skipa fyri útferð og upphiting til steypafinalu

Tað gera tey eisini hesaferð, og á Norðlýsinum verðu sagt frá, at bussar koyra úr KÍ høllini klokkan 11 leygardagin. Meldast skal tó til ferðina, og eigur hetta at verða gjørt í seinasta lagi fríggjakvøldið.